Uttanlands

350 fjølmiðlar í stríð móti Trump

Fjølmiðlarnir svara aftur uppá “Fake News” ákærurnar

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-16 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

“Fake News” er eitt hugtak, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur nýtt nógv. Trump kallar fjølmiðlarnar fyri fíggindar fólksins og nú svara fjølmiðlarnir aftur.

Fleiri enn 350 amerikanskir fjølmiðlar standa saman í dag og nýta sínar oddagreinar sum mótmæli móti álopunum og illgitanini hjá forsetanum móti fjølmiðlunum.

Donald Trump hevur meiri enn bara tosa harðliga móti fjølmiðlunum, sum hann fleiri ferðir hvur gjørt umvegis Twitter. Ávísir journalistar fáa eisini nokta atgongd til tíðindafundir, og eisini hevur Donald Trump gjørt ein fiktivan prís, sum hann letur einum fjølmiðli, sum hann metur berur “fake news”.

Umboð frá ST ahva ávara ímóti retorikkinum hjá Trump og siga, at hesin kann økja um vandan fyri at journalistar verða mál fyri álopum og harðskap.

Nakrir fjølmiðlar eru tó eitt sindur varnir við átakinum hjá amerikansku fjølmiðlunum. Eitt nú sigur danski miðilin Politiken, at tað er týdningarmikið, at fjølmiðlarnir hvør sær vísa síni egnu sjónarmið, og at hetta átakið ikki nýta júst sama orðalag. Á Politiken eru tey varug við at fjølmiðlarnir aldrin mugu ganga saman í einum samlaðum flokki, tí at í einum vælvirkandi samfelag eigur at verða ein fjølbroytt fjølmiðlamynd, sum dekkar heimin frá ymsum sjónarhornum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder