Í morgun gjørdi løgreglan í Egyptalandi innrás á støðum, har til samans 40 yvirgangsfólk goymdu seg. Innrásin varð gjørd í samband við bumbur, sum drap fýra fólk og vóru ætlaðar ferðafólki. Alt hettar skrivar BBC.
Løgreglan drap 30 av stríðsmonnunum í Giza og restin, tað eru 10 mans, vórðu dripnir í El-Arish, sum er ein stórur býur í norðurpartinum av landinum.
BBC skrivar at yvirgangsmenirnir høvdu ætla at lopið á fleiri ferðafólk og at hald varð lagt á spreingievni, vápn og byrsuskot.
BBC skrivar eisini, at tað longu verður gjørt serliga nógv við trygdina í landinum, tí at størsti kristni minnilutin í landinum, tey Koptisku, skulu halda jól 7. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald