41 deyð fólk við covid-19 verða knýtt til umstrýdda fótbóltsdystin í Champions League 11. mars millum Liverpool og Atletico Madrid.
Tað vísir ein frágreiðing frá bretska heilsustovninum, NHS, sum The Sunday Times, hevur fingið innlit í.
Áttandapartsfinalan í Champions League varð spæld fyri fullum leikvølli á heimavøllinum hjá Liverpool, Anfield. 52.000 fólk sóu dystin, harav 3.000 fjepparar úr Spania. Stutt eftir varð restin av fótbóltskappingini útsett í óasetta tíð.
Millum 25 og 35 dagar eftir fótbóltsdystin vórðu 41 fólk deyð við koronavirus. Hesi 41 kundu øll setast í samband við umrødda fótbóltsdystin, ljóðar niðurstøðan í frágreiðingini.
Varð spældur hóast korona var í umferð
Avgerðin um at lata dystin spælast sum vanligt, hóast koronavirus var í umfer í báðum londunum, fekk nógvar ábreiðslur – ikki minst tí partar av Spania longu tá vóru avbyrgdir.
- Tað var óbehagiligt at bjóða Atletico-fjepparunum vælkomnar, tá teir ikki eingang høvdu atgongd til teirra egna leikvøll. Men avgerðin var ikki mín, tí undirtøka var ikki í stjórnini at forða fyri, at dysturin varð spældur. Eg haldi, at stjórnini átti at hava gjørt okkurt, segði borgarstjórin í Liverpool, Joe Anderson, sambært NTB tíðindastovuni eftir dystin.
NHS-frágreiðingin er partur av umfatandi grein í The Sunday Times, ið lýsir, hvussu drálið hjá bretsku stjórnini í handfaringini av koronahóttanini hevur kostað ”fleiri túsund bretsk mannalív”.
Boris Johnson, forsætisráðharri boðaði ikki fyrr enn 23. mars frá, at landið fór at lata aftur fyri at støðga smittuni í at spjaða seg.
NHS upplýsir eisini í nýggju frágreiðingini, at ein stórur festivalur við 250.000 vitjandi í byrjanini av mars var orsøk til 37 andlát, sum kundu setast í samband við korona.
Meira um dystin: Vinnararnir eru úti!
--
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald