Innanlands

42 íbúðir afturat verða settar upp í Marknagili

Av teimum eru 15 ætlaðar til rørslutarnað

Mynd: Mark

Mynd: Mark

2018-09-16 14:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sp/F Mark er nú í ferð við at seta 42 íbúðir afturat upp til lesandi úti í Marknagili í Havn.

38 íbúðir vórðu settar upp í fjør, og tær eru allar útleigaðar.

Av teimum 42 nýggju íbúðunum eru 15 av teimum til rørslutarnað.

Gordon Rajani, stjóri í Mark sigur við in.fo, at tey vænta, at íbúðirnar verða klárar at flyta inn í til jólar. Íbúðirnar komu lidnar til landið í bingjum, og tær skulu bert setast upp.

Tvær støddir eru av íbúðum:

Tær minnu íbúðirnar eru 15 fermetrar og hava kamar við tekøki og vesi við brúsu. Tær hava ljóst trægólv og hvítar veggir, og so hava tær eisini komfýr, sjónvarp, internetstikk og antennustikk.

Tær størru eru 30 fermetrar og hava kamar, vesi við brúsu og stovu/tekøk. Eisini hava tær ljóst trægólv og hvítar veggir, umframt komfýr, sjónvarp, internetstikk og antennustikk.

Sambært Gordon Rajani verður eisini gjørt felagsøki og felagshús, ið kunnu nýtast til ymisk endamál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder