Innanlands

42 næmingar á Ítróttaháskúlan í Suðuroy

Tað komu annars fleiri enn 90 tilmeldingar, men bara 42 sleppa at byrja mánadagin

Mynd: Sudurras.fo

Mynd: Sudurras.fo

2018-08-12 20:40 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Mánadagin byrja 42 næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Tað skrivar Sudurras.fo í dag. 

90 tilmeldingar vóru til Heystskeiðið og Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, sigur, at áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúlan er stórur.  

Tað eru longu nú nógvar tilmeldingar til komandi ár, bæði til várskeiðið og heystskeiðið 2019, sigur Guðmundur Joensen eisini við miðilin í Suðuroy. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder