2018-08-16 07:22
Í minsta lagið 48 fólk vóru í gjár dripin, tá ein sjálvmorðsbumba varð sprongd í Kabul í Afganistan í gjár.
Talsmaður fyri heilsumálaráðið í Afganistan sigur, at álopið varð framt á ein útbúgvingarstovn. Talsmaðurin segði fyri CNN, at umframt tey 48 dripnu, vóru í minsta lagið 67 fólk særd.
Ikki er vist hvør stóð aftanfyri sjálvmorðsbumbuálopið. Tó eru Taliban sera aktivir í Afganistan í hesum døgum. Teir berjast eitt nú í býnum Ghazni í suðurpartinum av landinum. Bardagarnir har verða kallaðir teir harðast millum Taliban og myndugleikarnir seinastu trý árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald