Fyrradagin hendi tað vanlukkuliga, at ein brúgv í Genova í Italia datt niður. Inntil víðari hava 39 fólk latið lív í vanlukkuni. Men hendan vanlukkan er langt frá eitt eindømi í Italia. Seinastu 5 árini eru heili fimm brýr í Italia dotnar niður.
Í juli 2014 datt ein brúgv tætt við Petrulla í Sisilia niður. Orsøkin var eitt bygnaðarligt mistak í teimum forspentu styrktu betongbjálkunum, sum stuðlaðu brúnni. Mistakið gjørdi at betongbjálkarnir vóru raktir av tæringi. Hendan brúgvin datt niður frá 4 metrar hædd. Eingin mannaskaði varð.
Í oktober 2016 varð ein persónur dripin og fleiri særd, tá ein motorvegbrúgv datt niður millum Milano og Lecco. Brúgvin megnaði ikki at halda vektini, tá ein 100 tons tungur lastbilur koyrdi á henni. Sambært eygnativnum hevði felagið Anas, sum bygdi brúnna, biðið myndugleikarnar um loyvi at steingja brúnna, tí at rivur vóru í henni. Myndugleikarnir drálaðu og brúgvin datt niður, tá tungi lastbilurin, sum hevði fingið serligt loyvi at koyra á brúnni, var á henni. Enn í dag verður kannað hvør eigur ábyrgdina fyri at brúgvin datt niður.
Í mars 2017 lótu eini hjún lív, tá ein brúgv yvir ein motorveg við Adriaterhavinum, datt niður. Brúgvin var stongd fyri ferðslu tá hon datt niður. Tríggir vegarbeiðarar fingu skaða. Felagið Autostrade per I’Italia hevði ábyrgdina at at røkja strekkið sum datt niður. Hetta er sama felagið, sum hevur ábyrgd av brúnni, sum datt niður í Genova fyrradagin.
Í apríl 2017 datt ein brúgv niður við Fossano har norðuri í Italia. Tvey løgreglufólk sluppu akkurát undan at verða kroyst undir brúnni. Hesi vóru á vanligum eftirlitsarbeiði, tá tey hoyrdu at brúgvin gav eftir. Hesi megnaðu at renna undan, meðan løgreglubilurin var kroystur undir brúnni. Fleiri kanningar eru gjørdar fyri at finna útav hvussu tað ber til, at hendan brúgvin, sum var liðug í 1990’unum, longu kundi detta niður.
Keldur: DR og BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald