Uttanlands

50.000 undirskriftir innkomnar: Nú skal Fólkatingið atkvøða um umskering

Fólkatingið skal í næstum viðgera borgarauppskot um umskering av frískum børnum

(Mynd: Scanpix)

(Mynd: Scanpix)

2018-09-27 14:59 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fólkatingsins Lógarsekretariat hevur júst nú avgjørt, at borgarauppskotið um at seta minstaaldur á fyri umskering av frískum børnum kann verða borið fram í fólkatingssalin. 

Niðurstøðan hjá sekretariatinum er nevniliga, at borgarauppskotið ikki stríðir móti donsku grundlógini, og tað eru Intact Denmark Foreningen mod Børneomskæring, sum standa aftanfyri borgarauppskotið, sera fegin um, og tey vilja vera við, at danmarkar- og heimssøga verður skrivað.

Borgarauppskotið fekk uppá minni enn eitt hálvt ár tær neyðugu 50.000 undirskriftirnar, sum merkja, at tað skal viðgerast av Fólkatinginum. 

- Vit vænta, at tað verður borið fram í sambandi við Fólkatingsins upplatingarviku í oktober og fer til 1. viðgerð í november mánað, sigur forkvinnan í Intact Denmark, Lena Nyhus.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder