Løgreglan í Týsklandi hevur handtikið eina 51 ára gamla kvinnu, eftir at fýra fólk eru funnin dripin á einum sjúkrahúsi í býnum Potsdam í Brandenburg landslutinum.
Tann 51 ára gamla kvinnan, sum arbeiðir á sjúkrahúsinum, er undir illgruna fyri at hava dripið fólkini. Enn er ógreitt, hví drápini eru framd.
- Vit hava funnið fýra fólk við við skaðum, sum tey eru deyð av umframt ein persón við álvarsligum skaðum á ymsum sjúkrastovum á somu gongd, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi.
her verður sagt, at fyrstu kanningarnar vísa, at øll offrini hava verið útsett fyri “umfatandi harðskapi”, dkrivar dpa-tíðindastovan.
Løgreglan varð fráboðað um málið í gjárkvøldið. Sambært blaðnum Tagesspiegel, vóru allir teir dripnu sjúklingarnir á sjúkrahúsinum.
Oberlinklinik-sjúkrahúsið er eitt sjúkrahús við fleiri serdeildum.
Løgreglan vildi ikki siga meira í gjárkvøldið, tí tey avvarðandi ikki enn vórðu kunnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald