Seinasta samdøgrið hevur Stórabretland koppsett fleiri enn 600.000 persónar fyri koronu.
Heilt nágreiniliga vórðu 604.727 persónar koppsettir í gjár – 119.306 fingu fyrru koppsetingina, meðan 485.421 fingu seinnu koppsetingina.
Samanlagt hava 32,6 mió. vaksnir bretar nú fingið fyrru koppsetingina, meðan 9,4 mió. eru liðugt koppsettir.
Í Stórabretlandi var málið at bjóða øllum persónum 50 ár og eldri koppseting áðrenn 15. apríl, og mánadagin boðaði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson frá, at tað var gingið sum ætlað.
– Vit eru komin framvið ein sera týðandi mílastein í koppsetingarætlanini við at bjóða níggju av teimum størstu vandabólkunum koppseting, segði Boris Johnson.
Millum tey, sum hava fingið tilboð um koppseting eru heilsu- og røktarstarvsfólk.
Sambært Boris Johnson er ætlanin nú at leggja dent á at geva fólki seinnu koppsetingina, umframt at bjóða øllum vaksnum fyrru koppsetingina áðrenn august.
Uml. 66 mió. fólk búgva í Stórabretlandi, og uml. helvtin av øllum teimum vaksnu hava longu fingið tilboð um koppseting, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald