Innanlands

6558 metrar sprongdir av Eysturoyartunlinum

166 metrar vórðu sprongdir í seinastu viku

Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar

Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar

2018-08-20 10:31 Author image
Ari av Rana

Arbeiðið við Eystruoyartunlinum gongur framá, og í seinastu viku vóru 166 metrar sprongdiru. Nú eru sprongdir 6.558 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.

Á Hvítanesi vóru 98 metrar sprongdir og í alt eru nú sprongdir 3.155 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringnini og ímóti Hvítanesi vóru 23 metrar. sprongdir í seinastu viku Har eru íalt sprongdir 982 metrar.

Og frá rundkoyring og ímóti Rókini vóru sprongdir 45 metrar. Har eru í alt sprongdir 796 metrar.

placeholder
placeholder