Uttanlands

70 fólk mótmæltu harðmælt avtaluna um grønlendsku flogvøllirnar

Partii Naleraq mótmælti, at danska stjórnin keypti seg inn í grønlendsku flogvøllirnar

Mynd: Sermitsiaq

Mynd: Sermitsiaq

2018-09-11 10:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Áleið 70 fólk vóru møtt til mótmælistiltak hjá Partii Naleeraq, har mótmælt varð, at danska stjórnin keypti seg inn í flogvøllirnar í Nuuk og Ilulissat.

Fólkamongdin var samlað við Hans Egedes Hus, har tíðindafundur við Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fór at verða.

At byrja við vóru mótmælisfólkini friðarlig, men sum tíðin gekk, gjørdust tey harðmælt.

Ímillum tey sum eygleiddu mótmæli vóru nakrir føroyingar, sum ikki skiltu hóvastákið. Tíðindafólkið hjá Sermitisaq sigur, at føroyingarnir tosaðu um at teir fingu flogvøll undir seinna veraldarbardaga, og at teir fegnaðust um hann.

Men mótmælisfólkini vóru ikki blíð. Mótmælisfólki ilskast inn á, at Kim Kielsen gjørdi avtaluna uttan at landstingið fekk at vita hvat avtalan inniber.

Formaðurin í grønlendska flokkinum IA, Sara Olsvig, sigur við Sermitsiaq, at Kim Kielsen varð biðin um at koma á fund við fíggjar- og skattanevndina áðrenn avtalan varð undirskriva, men at hann ikki møtti upp.

Hetta fekk mótmælisfólki at samanbera Kim Kielsen við norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un. Eisini bleiv rópt buh-ljóð eftir danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder