2018-12-05 11:43
ST-stjórin fyri mannarættindini vísir á, at tað er órógvandi, at heili 7000 ósek fólk eru fangaði í skotbardøgum millum Islamiska Statinum og samgongu við USA á odda. Serliga er tað luftálopini, sum er ein trupulleiki, skrivar Ritzau.
Eisini vísir ST á, at tey fáa frágreiðingar um, at IS avrættar fólk, sum sambært yvirgangsfelagsskapinum samstarvar við uppreistrarbólkar har eysturi í Sýria.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald