Uttanlands

704 álop á flóttafólk í Týsklandi í ár

120 fólk eru særd í álopunum

2018-08-13 11:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðani ársskiftið eru 704 álop fram á flóttafólk í Týsklandi. Fyrstu seks mánaðirnar vóru heili 627 álop á flóttafólk uttanfyri flóttafólkamiðstøðir, meðan 77 álop vóru á flóttafólkamiðstøðum.

Tilsamans eru 120 fólk særd í álopunum á flóttafólk, skrivar Ritzau.

Hóast høga talið av álopum, vísa hagtøl frá miðlabólkinum Funke, at talið av álop á flóttafólkum í ár, er minni enn fyri undanfarin ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder