Innanlands

779 milliónir í lønum í august

í juli vórðu 746 milliónir útgoldnar

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-09-07 09:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

í august mánað vórðu 779 milliónir krónur útgoldnar í løn. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya. Hetta er ein øking frá juli, tá 746 milliónir krónur vórðu útgoldnar.

Fyriuttan einum stuttum tíðarskeið í 201,3 hava lønarútgjaldingarnar verið vaksandi síðani august 2009, tá 550 milliónir krónur vórðu útgoldnar.

Í august vórðu útgoldnar 456 mió. kr. í løn til mannfólk, meðan 291 mió. kr. vórðu útgoldnar til konufólk.

Deilt á høvuðsvinnuøki verður mest útgoldið í almennari og aðrari tænastu. Lønarútgjaldingarnar har vóru 254 mió. kr. í august. Hetta er 2 mió. kr. meiri enn í privatu tænastuvinnuni. 130 mió. kr. vórðu útgoldnar í fiskivinnu og aðrari ráevnisvinnu, meðan 111 mió. kr. vórðu útgoldnar í byggivinnu og aðrari tilvirking.

Mest útgjaldið varð í Suðurstreymoy, har 309 mió. kr. vórðu útgoldnar í løn. Næst er Eysturoy við 155 mió. kr., meðan 85 mió. kr. vórðu útgoldnar í Norðoyggjum. Í Suðuroy vórðu útgoldnar 53 mió. kr., í Norðurstreymoy 52 mió. kr., 44 mió. kr. vórðu útgoldnar í Vágunum, meðan 14 mió. kr. vórðu útgoldnar á Sandoynni. 34 mió. kr. vórðu útgoldnar uttanlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder