2019-01-02 16:13
Fleiri enn 90.000 japanar vóru samlaðir í dag fyri at heilsa uppá Akihito keisara, nú hann hevur boðað frá, at hann sigur valdið frá sær seinni í ár.
Akihito keisari heilsaði uppá fjøldina í høvuðsstaðnum Tokyo í dag. Hetta er hansara síðsta almenna upptraðkan áðrenn hann letur valdið frá sær.
Akihito hevur verið formligi leiðarin í landinum síðani 7. januar 1989.
Næstur í keisararøðini er Naruhito krúnprinsur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald