Uttanlands

94 fólk deyð í skriðulopi

Ógvusligt avfall hevur verið í brasilska býnum Petropolis

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-02-17 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 94 fólk eru deyð í kenda ferðamannabýnum Petropolis, skamt norðan fyri stórbýin Rio de Janeiro í Brasil, upplýsa embætisfólk fyri Reuters tíðindastovuni.

Hetta hendi orsaka av einum skriðulopi, sum hendi eftir sera nógv avfall hesar seinastu dagarnar. Skriðan oyðileggi fleiri bygningar, og regnið var so ógvusligt, at fleiri bilar vórðu skolaðir burtur.

Yvir 180 sløkkiliðsfólk og 400 herfólk eru við í bjargingararbeiðinum í Petropolis, har tað búgva umleið 300.000 fólk.

Sløkkiliðið í Rio de Janeiro upplýsir, sambært AFP tíðindastovuni, at tað regnaði 25,8 sentimetrar í Petrobolis upp á tríggja tímar. Tað svarar til tað, sum tað annars hevur regnað í 30 dagar.

Býurin hevur lýst sorg í tríggjar dagar fyri at minnast tey deyðu. Forsetin í Brasil, Jair Bolsonaro, skrivar á Twitter, at hann hevur givið ráðharrum sínum boð um at senda hjálp til økið, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder