![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Statums Serum Institut hevur seianstu tíðina arbeitt við at gera eina nýggja algoritmu fyri at staðfesta, júst hvussu nógv gerast frísk í Danmark eftir at hava havt koronavirus.
Tilgongdin við at hava hesi tølini tøk, hevur ikki verið einføld - higartil hevur Danmark ikki staðfest talið av frískum, og leingi hevur bert ein staðið til at verða vorðin frískur í Danmark.
Les eisini: Danir fara skjótt at kunngerða talið av frískum
Nú eru fyrstu tølini til reiðar. Tey eru fyri viku 9 - viku 11. Tað vil siga frá vikuni, tá fyrsti tilburðurin kom til Danmark, og til beint framvið tá fyrstu veruligi tiltøkini móti smittuspjaðing vórðu sett í verk: Frá 27 februar til og við 16 mars.
Tey vísa, at 97 prosent av teimum sum vórðu staðfest smittaði hetta tíðarskriðið vórðu frísk. 917 tilburðir vórðu skrásettir, og staðfestast kann, at 894 av temum fólkunum eru vorðin frísk aftur.
Talið fyri vikurnar eftir tað - tað eru 20 dagar síðani 16. mars - verður helst ikki eins høgt, tí 123 skrásettir deyðstilburðir eru í Danmark av fólki við covid-19, og nakað yvir 100 fólk liggja framvegis á sjúkrahúsi til inntensiva viðgerð.
Tó gevur hetta eina góða mynd av, at tey allarflestu í Danmark koma heilt fyri seg eftir at hava fingið smittuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald