Í Føroyum verða tølini fyri tey, sum eru vorðin frísk eftir at hava havt koronavirus, hvønn dag kunngjørd.
DR skrivar, at meðan Statens Serum Institut hevur arbeitt uppá algoritmuna, so hevur Johns Hopkins University í USA givið sítt boð uppá talið. Tað er ein av stovununum (síðunum) ið fylgir koronatølunum kring heimin neyvt, og á útfyri yvir fólk, sum eru vorðin frísk í Danmark, stendur ikki 1, men 77.
Á Statens Serum Institut kenna tey einki til hetta talið, og DR hevur spurt Johns Hopkins University um hetta, men hevur einki svar fingið.
Tað er væl hugsandi, at Føroyar og Grønland verða roknaði uppí Danmark í hesum førinum. Í Føroyum vóru 74 staðfest frísk í gjár. Undir samlaðu smittaðum stendur Danmark við beint yvir 3.000 hjá Johns Hopkins University - beint undir 300 fleiri enn danska talið frá í gjár. Í flestu altjóða uppteljingunum av hagtølunum verða Føroyar bólkaðar saman við Danmark.
Les eisini: Danska stjórnin kann nú bannað fólkum at savnast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald