Uttanlands

”Abbin” støðgaði yvirgangsmanninum

65 ára gamli Mohamed Rafiq støðgaði unga manninum, sum eftir øllum at døma hevði ætlanir um at skjóta í eini mosku í Bærum leygardagin

Mohamed Rafiq í miðjuni (Mynd: Aftenposten)

Mohamed Rafiq í miðjuni (Mynd: Aftenposten)

2019-08-12 09:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein eldri maður var kvikur, tá hann leygardagin fekk bilbugt við unga yvirgangsmanninum, sum hevði ætlanir um at leypa á eina mosku í Bærum í Noregi, skriva fleiri norskir miðlar í dag.

Ongin fekk álvarsligan skaða av skottilburðinum, og tað er kanska takkað verið Mohamed Rafiq.

- Eg fegnist um stuðulin og hjálpina eg havi fingið. Er eri framvegis merktur av hendingini, sigur Rafiq umvegis tolk við blaðið Aftenposten.

65 ára gamli Mohamed Rafiq verður ofta av hinum í samkomuni í moskuni kallaður fyri ”abbin”, skrivar VG.

Bælum liggur nærhendis høvuðsstaðnum Oslo. Eygnavitni í moskuni hava greitt frá, at tann 65 ára gamli hevði eitt gott tak í unga manninum, sum ikki megnaði at skrykkja seg leysan.

Tvey vápn vórðu funnin í moskuni leygardagin. Tað er enn óvist hvat slag av vápnum, talan var um. Løgreglan hevur tó váttað, at skot vórðu latin av.

- Hann er ein hetja. Ongin ivi um, at hann er ein hetja. Hevði hann ikki støðgað yvirgangsmanninum, hevði hann verið deyður í dag, sigur advokaturin hjá Rafiq, Abdul Satar Ali við Aftenposten í dag.

Ein 21 ára gamal maður er skuldsettur í málinum. Hann skal í grundlógarhoyr seinnapartin í dag. Frammanundan hevur hann noktað seg sekan.

Skuldsetingin móti manninum snýr seg ikki um yvirgang, men um dráp og drápsroynd. Í einum tíðindaskrivi frá løgregluni í gjár varð sagt, at tey framvegis umhugsa at víðka skuldsetingina.

Mohamed Rafiq hevur givið eina stutta frágreiðing til løgregluna eftir tilburðin, upplýsir advokaturin hjá honum.

- Hann gjørdi skjótt av. Beint, sum hann var komin innar, fekk hann fatur á persóninum, greiðir advokaturin frá.

Tað tók tó, sambært advokatinum, nakað av tíð áðrenn hann fekk hjálp frá øðrum, sum vóru til staðar í moskuni, áðrenn løgreglan kom á staðið.

Nakrar tímar eftir hendingina fór løgreglan út til ein bústað í Bærum, sum hevur tilknýtið til mannin, sum er undir illgruna. Her funnu tey 17 ára gomlu stjúksystir hansara deyða, skrivar Ritzau.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder