Uttanlands

Adidas fer at gevast við at nýta nýtt plast í framleiðsluni

Frá 2024 verður bert endurnýtsluplast nýtt

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-17 21:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týska ítróttarsamtakið Adidas ætlar sær ikki longur at nýta nýtt plast í sínari framleiðslu.

Frá 2024 verður bert endurnýtsluplast í nýggjum klæðum, skóm og gaggum frá týska ítróttarsamtakinum. Tað skrivar JyllandsPosten.

Tað er 10-20 prosent dýrari at framleiða ítróttarklæðir úr endurnýtsluplasti enn úr nýggjum plasti, og tí hevur Adidas brúk fyri seks árum at leggja framleiðsluna um.

Fyri tveimum árum síðani hópframleiddi Adidas sínar fyrstu skógvar úr endurnýttum plastfløskum. Í ár væntar Adidas at selja 5 milliónir pør av teimum, og væntandi veksur sølan til 11 milliónir næsta ár.

Fleiri fyritøkur eru byrjaðar at framleiða ein part av klæðum sínum úr endurnýtsluplasti, m.a. H&M og Patagonia.

Adidas er heimsins næststørsti framleiðari innan ítróttarklæðir aftaná amerikanska Nike.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder