Ukrainska trygdartænastan SBU sigur seg hava handtikið fleiri fólk, sum verða hildnir at vera agentar hjá russisku fregnartænastuni FSB, sum høvdu til uppgávu at beina fyri Volodymyr Zelenskyj, forseta í Ukraina og øðrum embætisfólkum.
Zelenskyj er á einum lista yvir persónar, sum myndugleikarnir í Russlandi ynskja at handtaka. Hvat tey ynskja at handtaka hann fyri, er ikki greitt, skrivar Ritzau.
Ukraina hevur fleiri ferðir ávarað um, at ætlanir vóru um at beina fyri Zelenskyj. Í 2022 vóru m.a. fráboðanir um, at fólk úr Wagner-bólkinum høvdu fingið boð um at drepa ukrainska forsetan.
Síðan kríggið í Ukraina byrjaði, hevur Zelenskyj verið staddur í Ukraina meginpartin av tíðini. Hann hevur tó eisini vitjað í m.a. Washington D.C. og Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald