Leygardagin drap ein innføddur ættarbólkur á oynni North Sentinel ein 27 ára gamlan amerikumann, sum royndi at fara á land á oynni. Ættarbólkurin er tann seinasti í heiminum, ið ikki er ávirkur av nýmótans siðmenning.
Løgreglan í India hevur váttað tilburðin fyri AFP-tíðindastovuni.
Oyggin North Sentinel er partur av Andaman-oyggjabólkinum í Bengalhavinum millum India og Indonesia.
Ættarbólkurin, sum býr á oynni, hevur fyrr harðliga sett seg upp ímóti at hava samband við umheimin. Tað var eisini tað, sum, sambært indisku løgregluni, hendi tá amerikanarin John Allen Chau leygardagin fór á land.
Sambært indiskari lóg er tað ólógligt at órógva ættarbólkin. Lokalir fiskimenn í økinum sóu mannin fara í land, og her varð skotið eftir honum við ørvum.
- Hóast skotið varð eftir honum, helt hann fram við at ganga í land. Fiskimenninir sóu innfødd leggja ein enda um hálsin á honum og sleipa hann eftir sær, sigur eitt umboð fyri indisku løgregluna fyri AFP.
Fiskimenninir gjørdust óttafullir og flýggjaðu. Men vendu aftur dagin eftir og funnu líkið á strondini. Løgreglan í India roynir nú at fáa fatur á líkinum, so tað kann flytast heim ti tey
Sambært dpa-tíðindastovuni hevur ongin sjálvboðin roynt at seta fótin á land á oynni síðan einaferð í 1990’unum.
Tað er fyri at verja ættarbólkin, at lóg er gjørd móti at vitja á oynni. Vandi er fyri, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, um fólkini á oynni fáa samband við bakteriur frá umheiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald