Innanlands

Aftur grindaboð og aftur talan um stórhval

Stórhvalur svimur inni í bátahylinum í Leirvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-17 13:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrr í dag kom fráboðan av Viðareiði um at ein grind lá uttanfyri bygdina. Tá grindaformaðurin á Viðareiði fór at kanna málið, vísti tað seg, at talan var um stórhval.

Stutt eftir fráboðanin av Viðareiði komu boð úr Leirvík, at ein grind lá uttanfyri bygdina har.

- Vit fingu eina fráboðan frá einum sum var á gamla leirvíksvegnum, um at ein grind var at síggja. Eg sendi boð eftir grindaformanninum í Fuglafirði, og hann staðfesti, at talan var um nakrar stórhvalir, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

Grindaboðini vóru tí avblást, men tað hevur ikki steðgað fólki í at fara til Leirvíkar. Ikki er vist hvat slag av stórhvali talan er um, men fólk á staðnum meta at talan er um døgling.

Sjónband sum Portalurin hevur fingið sent vísir, at fleiri fólk eru savnaði fyri at hyggja eftir stórhvalunum, sum nú liggja og spæla sær inni í bátahylinum. Eisini liggja summi og svimja saman við hvalunum.

Jacob Vestergaard metir, at talan mann verða um at nógv æti eru runt oyggjarnar, eitt nú makrelur, og at tí er nógvur stórhvalur at síggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder