Innanlands

Aftur í ár bjóðar Podas Ekklesias nýggjum lesandi vælkomnum

Vikuligi kristni skúlin hevur virkað í Føroyum og Danmark í 10 ár

Mynd av Podas lesandi árið 2017/18

Mynd av Podas lesandi árið 2017/18

2018-09-18 14:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lærusveinaskúlin PODAS Ekklesias byrjaði fyrstu ferð í 2008 og hevur sostatt virkað í Føroyum og í Danmark í 10 ár. 

Podas merkir "føtur" á grikskum, og ynski er at læra at sita og lurta við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir "kirkju". T.v.s.: "Kirkjuføtur".

Nøkur hundrað menniskju í øllum aldri, ung sum eldri, hava tikið lut á PODAS - og hevur kynsbýtið verið javnt.

Nú verður farið undir PODAS fyri øll og PODAS 1 lærusveinaskúlan. PODAS lærusveinaskúlin er tað fyrsta av trimum árðum ein kann taka. Ein kann eisini velja bara hetta fyrsta árið.

Undirvísingin er á 2 tímar um vikuna. Prestar, trúboðarar og onnur undirvísa um innihaldið í kristnu trúnni.

PODAS fyri øll, er 3 mánaðir, (frá sept. - des.) og er fyri øll 14 ár og eldri, verður bjóðað á hesum støðum:

  • Vesturkirkjan mánakvøld kl. 19.00-21.00 (byrjar 24. sept.) 
    Leiðarar: Liljan og Kim Midjord.
  • Miðvágs missiónshús týskvøld kl. 20.00-22.00 (byrjar 25. sept.) 
    Leiðarar: Hanna Nattestad og Hansia Nattestad.
  • Viðareiðis missiónshús týskvøld kl. 19.00-21.00 (byrjar 25. sept.) 
    Leiðari: Jákup Erlingsson Petersen.

PODAS lærusveinaskúlin, (frá sept. 2018 til apríl 2019, og er fyri øll 17 ár og eldri, verður bjóðaður á hesum støðum:

  • Vesturkirkjan týskvøld kl. 19.00-21.00 (byrjar 25. sept.) 
    Leiðarar: Derhard Jógvansson og Randi Joensen. 
  • Miðvágs missiónshús hóskvøld kl. 19.00-21.00 (byrjar 27. sept.) Leiðarar: Hanna Nattestad og Barbara Hannudóttir Jensen.
  • Gøtu kirkja mánakvøld kl. 19.00-21.00 (byrjar 24. sept.)
    Leiðari: Rannvá Langgaard.

Málið við skúlaárinum: At vera Jesu lærusveinur og at taka ábyrgd av sær sjálvum.
Innihaldið:  Kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.
Visjónin hjá PODAS:  At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.

Les meir um tilmelding o.a. her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder