Innanlands

Aftur vatntrupulleiki á Glasi

Hesaferð fór sprinklaraskipanin í gongd

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-09-06 12:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá Fríðrikkur krúnprinsur varð á vitjan á Glasi herfyri, stríddist starvsfólk í bygninginum við einum vatnrøri, sum var brostið.

Í dag vóru so aftur trupulleikar við vatni.

- Sprinklaraskipanin fór í gongd inni í køkinum. Eymhettan kláraði ikki at taka allan dampin frá matgerðini, so har bleiv ov heitt, og sprinklaraskipanin fór í gongd, sigur Egon Øregaard, tekniskur leiðari á Glasi.

Egon Øregaard sigur, at hetta er tílíkt sum mann kann rokna við, tá ein so stórur bygningur verður tikin í brúk, og at tey kunnu gleðast um, at sjálv skipanin virkaði so væl.

Eingin stórvegis skaði er hendur, og hetta ávirkaði ikki gongdini í køkinum ella døgurðanum hjá næmingunum, sigur Egon Øregaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder