Innanlands

Ákærdur fyri at hava kvinnu sum fanga í 61 dagar

39-ára gamli maðurin helt kvinnuna í einari íbúð í Keypmannahavn og millum annað neyðtók hana dagliga. Hann er eisini ákærdur fyri at neyðtaka kvinnuna fleiri ferðir frá 2010 til 2015

Býarrætturin skal avgera, um maðurin er sekur, og skal fáa harðari dóm enn revsilógin fevnir um, sum ákæruvaldið krevur í hesum málinum (Mynd: TV2)

Býarrætturin skal avgera, um maðurin er sekur, og skal fáa harðari dóm enn revsilógin fevnir um, sum ákæruvaldið krevur í hesum málinum (Mynd: TV2)

2019-08-15 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ákæruvaldið á Sælandi hevur reist eina ákæru í einum máli, sum snýr seg um neyðtøku, frælsistøku og eymýking av einari kvinnu.

Ein 39-ára gamli maður er skuldsettur í málinum, og TV2 skrivar, at eftir fleiri ár við kynsligum ágangi endaði tað við, at ákærdi hevði kvinnuna sum fanga í tveir mánaðir, har hon dagliga varð neyðtikin. Maðurin hevur sitið fongsalður síðani januar og noktar seg sekan. 

Ákæruskrivið sigur, at maðurin neyðtók kvinnuna fleiri ferðir í árunum 2010 til 2015. Hetta gekk fyri seg í Kirke Saaby mitt á Sælandi.

Sambært skrivinum var tað frá jóladegi 2017 til 23. februar 2018, at ákærdi helt kvinnuni fangaði har. Hon varð hótt, neyðtikin og eyðmýkt. Hon skuldi, eins og ein hundur, sova og eta á gólvinum, og skuldi skriva undir ein "trælasáttmála", sum segði, at maðurin "átti" hana. Eisini noyddi maðurin hana at taka rúsevni MDMA.

Ákærumynduleikin metir, at talan er um eitt so ógvusligt mál, at rætturin skal taka serligar umstøður við og geva eina revsing uppá 12 ár, ið er fýra ár meira enn revsiramman fyri neyðtøku. 

Rættarmálið ímóti 39-ára gamla manninum byrjar í býðarrættinum í Keypmannahavn í oktober. Átta dagar eru settir av - dómur verður væntandi sagdur 16. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder