Uttanlands

Ákærur móti Kevin Spacey sleptar

Spacey varð ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein 14 ára gamlan drong

2018-09-05 08:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nakrar av ógvusligastu ákærunum móti amerikanska sjónleikaranum Kevin Spacey eru nú sleptar.

Kevin Spacey er komin í brennidepilin sum úrslit av #metoo-bylgjuni, har fleiri fólk innan filmsvinnuni eru ákærd fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á onnur í vinnuni.

Ein av grovastu ákærunum móti Kevin Spacey var, at hann í 1986 skuldi havt gjørt seg inn á 14 ára gamla Anthony Rapp. Nú Rapp er 46 ár, valdi hann at ákæra Kevin Spacey fyri kynsliga ágang.

Sjálvur segði Spacey, at hann ikki minnist hvat hendi í 1986, og bað um umbering fyri um hann hevði gjørt nakað móti Rapp.

Nú hevur almenni ákærin í Los Angeles avgjørt, at ákærurnar móti Kevin Spacey verða sleptar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder