Pornosjónleikarinnan Stormy Daniels, gjørdist kend, tá hon fortaldi fyri fjølmiðlum, at hon hevur havt kynsligt samband við amerikanska forsetan Donald Trump. Hetta skal hava gingið fyri seg í 2006 og 2007.
Síðani Donald Trump varð valdur til forseta, hevur Stormy Daniels verið nógv frammi í miðlunum, tí at hon sigur, at sakførarin hjá Trump hevur goldið henni 130.000 dollarar fyri at tiga um sambandið.
Daniels varð í gjár handtikin á einum strippklubba í Columbus í Ohiom har hon arbeiddi. Hon varð ákærd fyri at hava latið ein kundi nomið við seg, meðan hon dansaði fyri honum. Kundin vísti seg at verða ein løgreglumaður, skrivar DR.
Allar ákærur móti Daniels eru tó sleptar, skrivar sakførari hennara á Twitter. Orsøkin er, at eingin illgruni er um, at Daniels hevur gjørt nakað ólógligt.
Sakførari hennara hevur hildið uppá, at handtøkan var politiskt motivera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald