Hendan mánaðin fer Albania at lata mørkini uppaftur og fyrireika seg uppá at taka ímóti ferðafólkum aftur, sigur Edi Rama, forsætisráðharri, eftir at eingi koronaandlát eru skrásett í landinum seinastu tríggjar vikurnar.
Ferðavinnan hevur verið sera hart rakt av koronakreppuni, men nú verður farið í holt við at fyreika upplatingina, og tað verður í mai, sigur forsætisráðharrin við albanska tingið.
– Um vit fáa eina bylgju afturat, fer hon at verða nógv ógvusligari enn tann fyrra, og fara vit at handfara hana eins og vit gjørdu hina, sigur Edi Rama sambært Reuters.
Albania hevur útfaringarforboð um næturnar, fólk sleppa enn ikki at savnast í ov stórum mannamúgvum, og summi "reyð" øki, eitt nú høvuðsstaðurin Tirana, eru stongd.
Seinasta samdøgrið eru fimm nýggir tilburðir staðfestir. Í løtuni eru 167 fólk smittað tilsamans. Samlaða talið á skrásettum tilburðum í landinum er 969, og samlaða talið á andlátum er 31. 14 fólk eru innløgd, harav trý á intensivari deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald