Ítróttur

Álendski mentamálaráðharrin vitjaði ÍSF

Avbjóðingarnar í Føroyum og Álandi eru sera líkar

Frá vinstru: Petur Mittún (aðalskrivari í ÍSF) Tony Asumaa (mentamálaráðharri í Álandi), Elin Heðinsdóttir Joensen (forseti í ÍSF) og Jon Hestoy (varaforseti í ÍSF)

Frá vinstru: Petur Mittún (aðalskrivari í ÍSF) Tony Asumaa (mentamálaráðharri í Álandi), Elin Heðinsdóttir Joensen (forseti í ÍSF) og Jon Hestoy (varaforseti í ÍSF)

2018-09-06 14:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Álendski mentamálaráðharrin, Tony Asumaa, er á vitjan í Føroyum í hesum døgunum. Á síni vitjan ynskti Tony Asumaa millum annað at vitja føroyska ítróttasambandið.

Álendski mentamálaráðharrin hevur stóran áhuga fyri ítrótti, og er sjálvur fyrrverandi altjóða fótbóltsdómari. Í starvi sínum sum dómari hevur Tony Asumaa fleiri ferðir verið í Føroyum og dømt altjóða dystir, skrivar ÍSF á heimasíðu síni.

Felags fyri smáoyggjalondini bæði er, at tey hava somu avbjóðingar innan fleiri øki, eitt nú manglandi rørsla.

Ítróttasamband Føroya hevur áður gjørt vart við, at ein av grundarsteinunum fyri ítróttinum er sjálvboðið arbeiði. Og eins og í Føroyum verður eitt stórt sjálvboðið arbeiðið gjørt innan ítróttin í Álandi. Í hesum sambandi var Álendski mentamálaráðharrin sera hugtikin av skattafríðu ítróttarsamsýningini, har ítróttarfeløg kunnu útgjalda samsýning upp til 30.000 kr. um árið skattafrítt. Ein skipan sum Álendski mentamálaráðharrin helt verða “genial”!, skrivar Ítróttasambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder