Uttanlands

Radikala vinstra kann blíva partur av Bláa blokkinum

Tað heldur formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh. Limir í donsku andstøðuni hyggja eftir komandi samgongumøguleikum

2023-12-28 11:00 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Í seinasta lagi 1. november 2026, skal aftur vera fólkatingsval. Hóast hetta er um nøkur ár, eru donsku politikkararnir longu farnir í gongd við at hugsa og úttala seg um, hvørjir samgongumøguleikar eru eftir valið.

Ein av teimum, ið hevur úttalað seg, er Alex Vanopslagh, ið er formaður í Liberal Alliance. Í eini samrøðu við Politikken, nevnir hann, at hann sær møguleika í at “blái blokkur” kann fáa samansett eina samgongu við flokkunum Venstre, Konservativt Folkeparti, Moderaterne, Liberal Alliance, Radikale Venstre og so nakrir samgongulimir frá tildømis danmarksdemokratunum ella Dansk Folkeparti.

Hóast Radikale Venstre ikki vanliga verður sæð sum partur av bláa blokkinum, sigur Alex Vanopslagh, at hann hevur góðar vónir, um at hann saman við formanninum í Radikal venstre, Martin Lidegaard og hinum flokkunum, kunnu fáa skapt eina góða samgongu og áhaldandi gott samstarv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder