Innanlands

Alexandra hevði sín fyrsta dag í starvinum

38-ára gamla Alexandra á Dul hevur avloyst Hera Ellingsgaard, ið var stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 35 ár.

Nýggi sjúkrahússtjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi - Mynd: Norðlýsið

Nýggi sjúkrahússtjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi - Mynd: Norðlýsið

2019-08-02 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár tók Alexandra á Dul við starvinum sum stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað var serligur dagur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí stafettin varð, sum Norðlýsið skrivar, alment givin víðari. Heri Ellingsgaard hevur verið stjóri seinastu 35 árini, men í januar bað hann um at verða loystur úr starvið. 

Síðani hevur Súsanna Olsen røkt starvið sum sjúkrahússtjóri í Klaksvík. 

Alexandra á Dul er 38 ára gomul og hevur bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School.

Alexandra hevur hollar royndir innan strategiska menning á HR-økinum, har hon starvaðist í 6 ár hjá heilivágsfyritøkuni Biofac við at uppraðfesta førleikar og kapasitetin í virkseminum. Seinasta árið hevur Alexandra starvast sum ráðgevi í leiðslu og organisatión í Tórshavnar kommunu.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder