Fyrstu 7 mánaðirnar í 2018 eru 22 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólkum. Allar royndirnar vóru negativar. Royndirnar eru tiknar innan fleiri ítróttagreinar, bæði til kappingar og til venjingar . Hetta er samstundis fyrstu royndirnar, sum føroysk dopingeftirlitsfólk hava staðið fyri og hevur arbeiðið gingið sera væl.
ÍSF fegnast um at arbeiðið hevur gingið sum tað skal, og at føroysku ítróttafólkini eisini havatikið væl ímóti dopingeftirlitsfolkunum. Nógvir spurningar verða settir av ítróttafólkunum, venjarum og leiðarum – og er tað eisini ein uppgáva hjá dopingeftirlitsfólkunum at kunna hesi um antidoping. Dopingeftirlitsfólkini hava
eisini verið á vitjan hjá feløgum uttan at nakrar royndir hava verið tiknar.
Avgreiðslutíðin hevur bert verið 2-3 vikur. Áðrenn varð avgreiðslutíðin upp í 2 mánaðir. Orsøkin er tann, at nú verða royndirnar sendar beinleiðis til eina góðkenda kanningarstovu í Oslo. Áðrenn máttu royndirnar fyrst sendast til Danmarkar og síðani til Oslo. Í døgunum 20-22 august koma starvsfólk úr Antidoping Danmark ,at hava kunningarfund og vitja venjingar- og fitnesstøðir í Føroyum. Kunningarfundurin verður í ÍSF-húsinum mánakvøldið 20 .august kl 19:00. Harumframt verður undirvísing og frálæra fyri tey 5 dopingeftirlitsfólkini í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald