Uttanlands

Íbúgvar riknir burtur eftir skottilburð á Vestara Áarbakka

Fleiri hundrað húski eru rikin burtur úr býnum Hebron eftir ein skottilburð fríggjadagin, har tvey ísraelsk herfólk lótu lív.

(Mynd: John Wessels/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: John Wessels/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-24 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í býnum Hebron á Vestara Áarbakka eru fleiri hundrað húski rikin burtur av ísraelskum herdeildum.

Ísraelskar herdeildir eru farnar inn í býin, eftir at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu fríggjadagin boðaði frá, at ein hernaðarlig atsókn var ávegis, skrivar Ritzau.

Netanyahu lovaði, at herurin fór at reka burtur íbúgvar í økinum eftir ein skottilburð fríggjadagin, har tveir palestinskir menn drupu tvey ísraelsk herfólk, áðrenn teir sjálvir vórðu dripnir.

Sambært ísraelska herinum vórðu trý onnur herfólk eisini særd í sambandi við skottilburðin, sum hendi nærindis Hebron.

– Ísraelskar deildir fara inn í grannalagið, sum yvirgangsfólkini komu frá, reka íbúgvar burtur, fara frá hús til hús og oyðileggja undirstøðukervið hjá yvirgangsfólkunum, segði Netanyahu.

Netanyahu lovaði eisni at “forfylgja øllum Hamas-yvrigangsfólkum”.

Umleið 1.200 fólk eru rikin burtur, og umleið 1.300 onnur eru í vanda fyri eisini at verða burturrikin, sigur Yousef Zouhair Al-Jabari, borgarstjóri í Hebron sambært Reuters.

Ísraelski herurin hevur oyðilagt handlar, verksmiðjur, bústaðir og gøtur í Hebron, sigur hann og leggur afturat, at ísraelska aftursvarið til skotálopið er ov ógvusligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder