Fríggjakvøldið kyknaði eldur í Kehlsteinhaus, eisini nevnt "Arnarreiðrið" nær við býin Berchtesgaden í týska statinum Bayern.
Bygningurin stóð liðugur í 1938 og varð bygdur til tiltøk hjá nasistaflokkinum, og varð eisini brúkt av Adolf Hitler.
Húsið var eitt av fleiri, sum nasistarnir brúktu í økinum. Síðan 1952 hevur húsið, sum í dag er ogn hjá statinum Bayern, verið brúkt sum matstova og er vorðið eitt vælumtókt ferðamál.
Sambært Ritzau er ein persónur handtikin í sambandi við eldsbrunan.
Fráboðanin um eldin kom í gjárkvøldið klokkan 20 føroyska tíð. Týska løgreglan segði í gjárkvøldið, at illgruni var um eldásetan, og at ein prutlførari, sum løgreglan møtti á veg til staðið, var blivin handtikin.
Enn er tó ikki heilt greitt, hvør orsøkin var til eldin. BBC skrivar, at 200 tilbúgvingarfólk vórðu send út til eldin, og at ongar fráboðanir eru um fólkaskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald