Innanlands

Almenn móttøka á Glasi

Hósdagin 9. august verður almenn móttøka á Glasi við undirhaldi og røðum, har møguleiki verður at síggja nýggja miðnámsskúlan

2018-08-03 12:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Føroya størsta bygningsverkætlan nakrantíð er nú komin hartil, at dyrnar verða latnar upp fyri almenninginum at síggja hendan nýggja og snotuliga skúladepilin í høvuðsstaðnum. Hósdagin 9. august verður almenn móttøka á Glasi við undirhaldi og røðum, har møguleiki eisini verður at síggja nýggja miðnámsskúlan.

Um slakar tvær vikur flyta allir verandi og komandi miðnámsskúlanæmingar, sum eru og skulu undir útbúgving í Havn, í nýggja skúladepilin við Marknagil, Glasir.

Hósdagin 9. august verður snotuligi skúlabygningurin formliga avhendur, og síðani er klárt at flyta inn í nýggja bygningin.

Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til alment hátíðarhaldi úti á Glasi hendan dagin.

Á skránni verður

-Finnur Hansen Trio spælir í Atrium
- Bólkurin FRUM framførir
- Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin
- Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu
- Kantata
- Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, heldur røðu
- Bjarke Ingels, arkitektur, BIG, heldur røðu
- Rosan Bosch, innandura sniðgevi, Rosan Bosch Studio, heldur røðu
- Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur røðu
- Havnarkórið syngur

- Glasir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder