Mentan

Almenn móttøka í Tofta skúla

Í sambandi við, at bókasavnið er 50 ár verður skipað fyri móttøku í Tofta skúla 29. september – Tiltakið er eisini til heiðurs fyri Josefinu Jacobsen, sum hevur verið við frá byrjan, sigur Nes kommuna

2021-09-27 20:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókasavnsnevndin og Nes kommuna skipa fyri almennari móttøku mikudagin 29. september kl. 16 í Tofta skúla.

Hetta verður gjørt í samband við, at Bókasavnið er 50 ár – og eisini til heiðurs fyri Josefinu Jacobsen, sum hevur verið við frá byrjan.

Á skránni verður felagssangur, heilsanir og ein góður drekkamuður.

Kirkjukórið luttekur eisini við sangi.

Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder