Internethandilin Amazon er nú tað felagið í heiminum, sum liggur ovast á listanum yvir feløg, sum hava størst áhuga millum íleggjarar.
Tá partabrævamarknaðirnir í USA lótu aftur í gjárkvøldið var virðið á Amazon-partabrævinum vaksið við 3,4 prosentum, og harvið gjørdist Amazon meira vert enn tøknirisin Microsoft, skrivar AFP tíðindastovan.
Amazon hevur nú eitt marknaðarvirði á heili 796 milliardir dollarar, svarandi til yvir 5 billiónir krónur.
Undir leiðslu av Jeff Bezos hevur Amazon, ið byrjaði sum ein bókahandil á netinum, upplivað ein ovurstóran vøkstur.
Umsetningurin hjá fyritøkuni vaks úr 74,5 milliardum dollarum í 2013 til 178 milliardir í fjør. Í ár verður roknað við einum umsetningi á 232 milliardir dollarar – hálvaaðru billiónir krónir.
Virðið á Amazon er økt samstundis sum eitt annað felag, sum hevur ligið ovast á hesum lista, Apple, hevur upplivað eitt fall.
Seinastu árini hevur Amazon víðkað um sítt virkisøki til at galda nógv annað enn kjarnuvirksemið, ið er handil á netinum. Í 2017 keypti Amazon fyritøkuna Whole Foods, sum er ein vistfrøðilig handilsketa.
Fyritøkan er eisini farin í undirhaldsvinnuna við stroymingartænastuni Amazon Prime, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald