Innanlands

Amerikanska sendikvinnan vitjaði Vinnuhúsið

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, vitjaði Vinnuhúsið fyrrapartin

2018-08-20 16:04 Author image
Oda Strøm
placeholder

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, vitjaði Vinnuhúsið fyrrapartin.

Vinnuhúsið skrivar á heimasíðuni, at á vitjanini fekk sendikvinnan eina frágreiðing um føroyskt vinnulív, eins og tosað varð um møguleikar fyri samstarv millum føroyskt og amerikanskt vinnulív.

Á ferðini fer sendikvinnan eisini á virkisvitjanir, eins og fundir verða við føroyskar myndugleikar. Í dag og týsdagin eru virkisvitjanir og fundir við føroyskar myndugleikar á skránni. M.a. skal hon hitta Poul Michelsen, landsstýrismann, týsdag seinnapart. 

Carla Sands varð tilnevnd av Donald Trump, forseta, og tók við sum sendikvinna í desember 2017.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder