
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance boðar nú frá, at eisini hann fer til Grønlands seinni í vikuni.
Sambært skrivstovu hansara fer hann til grønlands fríggjadagin. Hann fer saman við konu sínari, Usha Vance til Pitufikk herstøðina, fyrr kendur sum Thule herstøðin. Her verða tey kunnað um trygd í artktis, og fara tey eisini at hitta amerikonsk herfólk.
– Har var so stórur fagnaður um vitjanina hjá Usha í Grønlandi fríggjadagin, at eg havi tikið avgerð um, at hon ikki skal sleppa at stuttleika sær einsamøll. So eg komi við henni, sigur Vance á X.
Eftir ætlan skuldi Usha Vance síggja eina hundasletukapping, men tað verður kortini av ongum, upplýsir grønlendska stjórnin sambært Ritzau. Tað er annars felagsskapurin, sum skipar fyri hundasletukappingini, sum hevur bjóðað amerikanarum til Grønlands.
Les eisini: Amerikanski verjumálaráðharrin boðin til Grønlands av grønlendskum felagsskapi
Vitjanin hjá amerikanarunum í Nuuk og Sisimiut verður eisini avlýst, sigur grønlendska stjórnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald