
Á skránni hjá umboðunum fyri amerikonsku umstingina, sum koma til Grønlands hósdagin, er m.a. ein hundasletukapprenning um fýra dagar, og felagsskapurin handan tiltakið hevur boðið amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth til tiltakið, skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Hegseth er annars ikki partur av ferðalagnum, sum eftir ætlan skal vitja í Grønlandi. Tað er í staðin amerikanska varaforsetafrúan, Usha Vance, orkumálaráðharrin, Chris Wright, og trygdarráðgevin Mike Waltz. Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sagt, at uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio helst eisini fer til Grønlands.
Les eisini: Trump: Tað er vinsemi
Ætlaða vitjanin hevur skapt øsing, og m.a. virkandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede hevur sagt, at vitjanin er eitt tekin um vantandi virðing fyri grønlendska fólkinum. Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur eisini sagt, at USA leggur eitt óhóskandi trýst á Grønland og Danmark við hesu vitjan.
Les eisini: Mette F: - Eitt óhóskandi trýst á Grønland og Danmark
Felagsskapurin Kalaallit Nunaanni Qimussertartut Kattuffia sendi Pete Hegseth formliga innbjóðing 16. februar. Felagsskapurin hevur viðgingið, at hann hevur fingið stuðul úr USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald