Klokkan hálvgum fimm í morgun boðaði partrolarin Ametyst frá gjøgnum Tórshavnar Radio til MRCC, hann var rendur á land við Stongina á Nólsoynni.
Partrolarin rak sjálvur av aftur landi. Kannað varð um nakar leki var, men har var einki at síggja og skipið sigldi inn á Havnina klokkan 5:30.
- Teir boðaðu sjálvir frá at teir høvdu siglt á land. Vit hava kannað um nakað ólógligt er farið fram, eitt nú um rúsdrekka var uppi í leikinum, men har var einki, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Hvussu verður gjørt víðari er so ikki upp til løgregluna. Gjørligt er at onkur av áhugapartunum, eitt Sjóvinnustýrið ella reiðarin ynskir sjóforhoyr, men tað hevur einki at gera við løgregluna, og fer fram í rættinum.
Jaspis, sum er hin partrolarin var tætt við tá siglt varðá land. Jaspis var í somu støðu fyri tveimum mánaðum síðani, tá skipið sigldi á land á Kalsoynni. Tá varð neyðugt at toga Jaspis av landi.
Skíggjamynd siglingarleiðini hjá Ametyst av Marinetraffic.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald