Innanlands

Amnesty: Tvørkyndir føroyingar mugu sleppa at liva og virka í samsvari við tað, tey eru

Amnesty heitir á tinglimir um at tryggja uppskotinum um løgfrøðiligt kynsskifti eina virðiliga og jaliga viðgerð

Tilvildarlig mynd (Mynd: HLN)

Tilvildarlig mynd (Mynd: HLN)

2018-09-20 09:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at uppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti verður viðgjørt í tinginum í dag, hevur Amnesty International, Føroya Deild sent út skriv, har tey heita á tinglimir um at geva uppskotinum eina virðiliga og jaliga viðgerð.

"Í allarflestu londum fáa borgararnir føðibræv, persónstal ella annað samleikaprógv, sum staðfestir teirra kyn. Tað ásetta kynið fylgir teimum so alt lívið og hevur stóra ávirkan á, hvussu teir verða flokkaðir, og hvussu umheimurin møtir teimum. Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í tí ásetta kyninum. Tey mugu annaðhvørt kúga sín kynssamleika fyri at laga seg eftir samfelagsnormunum ella halda fast í hann, men lata sær stóran mismun og misálit lynda frá samfelagnum, tey búgva í," skrivar Amnesty.

Í skrivinum verður eisini víst á, at fleiri evropeisk lond, m.a. Danmark, Holland, Spania, Noreg, Írland, Portugal og Svøríki, hava seinastu árini framt lógarbroytingar, ið geva tvørkyndum møguleikan at skifta kyn løgfrøðiliga, so tey kunnu verða skrásett og fáa samleikaprógv, sum samsvarar við egnari fatan av egnum kyni. 

"Fáa føroysk tvørkynd møguleikan fyri løgfrøðiligum kynsskifti, sleppa tey í gerandislívinum at liva og virka í samsvari við tað, tey eru," sigur Amnesty.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder