Mentan

Anathema – nýggj krimisøga eftir Jógvan Isaksen

Fimta krimisøgan um William Hammer og Skansadeildina er komin.

2018-11-21 18:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá hárgarðinum í erva til høkuna í neðra og frá oyra til oyra var alt skorið burtur, og eftir var bara ein maska av beini og leivdir av svørtum blóði. Sjálvt eygnaholurnar vóru tómar. Hendan sjónin var í sjálvum sær óunnilig, so tað vardi eitt bil, innan eg varnaðist, at tað var ikki ein tanngroddi í høvdinum. Hvør ein tonn var trekt út. Hendurnar og fingrarnir vóru líka tatoveraði sum áður, men fingrarnir vóru styttir við út við einum triðingi.

Eitt fríggjakvøld er William Hammer inni á eini barr í høvuðsgøtuni, og ein ólátaður mykinesmaður stoytir eina øl í fangið á honum. William jarðleggur mannin, og frá hesi løtu kemur ferð á hendingarnar. Ein russiskur mafiamaður roynir at drepa William, og tað gerst skjótt greitt, at hendingarnar hava samband við tann føroyska útflutningin av fiskavørum til Russlands.

Tað er forlagið Marselius, sum gevur út nýggju krimisøguna hjá Jógvani Isaksen.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder