Mikudagin 27. august vardi Andrea Joensen ph.d.-ritgerð sína um orsøkir til etingarólag.
Hetta var á Institut for Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universitet, har Andrea Joensen hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur. Ritgerðin ber heitið: ”Early origin of eating disorders”.
Verjan gekk sera væl, staðfestir Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Katrine Strandberg-Larsen, professari á Institut for Folkesundhedsvidenskab, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Claus Thorn Ekstrøm, professari á Institut for Folkesundhedsvidenskab, og Else Marie Olsen, kliniskur lektari og psykiatriskur yvirlækni á Psykiatrisk Center Ballerup.
Í metingarnevndini vóru:
Terese Sara Høj Jørgensen, lektari á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Københavns universitet, forfólk
Lau Caspar Thygesen, professari á Syddansk Universitet
Francesca Solmi, professari á University College London
Í stuttum sigur Andrea Joensen soleiðis um granskingarevni sítt við gransking.fo.
- Hildið verdur ofta, at etingarólag er ein sjáldsom sjúka, men gransking hevur víst, at nógv fleiri ung hava álvarslig sjúkueyðkenni, uttan at hava fingið eina diagnosu og harvið møguliga heldur ikki røttu hjálpina. Úrslitini frá hesi ritgerðini vísa, at tað er ein sosialur ójavni í, hvør fær eina diagnosu og hvør ikki. Tey, sum fáa eina diagnosu og harvið hjálp, eru oftari úr familjum við betri sosialum fortreytum, meðan ung við álvarsligum sjúkueyðkennum, men uttan diagnosu, oftari eru úr familjum við verri sosialum fortreytum. Granskingin hevur tí potentiali til at betra um vitanina um, hvør fær etingarólag, hvør fær hjálp, og hvør ikki verður loftaður í verandi heilsuskipan. Henda vitanin kann verða við til at menna betri fyribyrging og minka um sosiala ójavnan í atgongdini til hjálp og viðgerð fyri etingarólag.”
Les eisini grein um granskingina, sum Andrea Joensen hevur staðið á odda fyri her
Andrea Joensen heldur fram í postdoc starvi á Københavns Universitet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald