Fríggjadagin varð týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, koppsett fyri koronu.
Talsfólk hennara upplýsir sambært Ritzau, at hon varð koppsett við umstrídda koppingarevninum frá AstraZeneca.
– Eg eri fegin um, at eg havi fingið fyrstu koppsetingina frá AstraZeneca, sigur Angela Merkel, sum eisini takkar øllum teimum, sum hava latið seg koppseta. Koppseting er lykilin til at vinna á farsóttini, segði hon.
Eisini varakanslarin, Olaf Scholz, varð koppsettur við AstraZeenca fríggjadagin.
Tað eru uml. tvær vikur síðani týsku heilsumyndugleikarnir mældu til ikki at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca at koppseta fólk undir 60 ára aldur. Angela Merkel og Olaf Scholz eru ávikavíst 66 og 62 ár.
Í Týsklandi hava myndugleikarnir ferð eftir ferð boðað fólkinum frá, at koppingarevnið er trygt, men eins og í fleiri øðrum londum, hevur fólkið ikki havt eins stórt álit á koppingarevninum hjá AstraZeneca, síðan tað kom fram, at fleiri av teimum koppsettu høvdu fingið blóðtøpp.
Orsøkin til, at Angela Merkel ikki er vorðin koppsett fyrr er, at hon ynskti at bíða, til tað bleiv hennara túrur. Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at allir borgarar yvir 60 ár sluppu framat koppsetingini í Berlin.
Sambært týska heilsumálaráðharranum, Jens Spahn er málið at triði hvør týskari skal hava fingið tilboð um koppseting áðrenn mánaðarskiftið mai/juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald