Uttanlands

Annar dagur á rað: Eingin deyður við COVID-19 í Danmark

Hetta er fyrstu ferð síðan smittan breyt út í Danmark, at landið hevur tveir dagar á rað uttan andlát – Tilsamans eru 561 deyð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-23 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin er deyður við COVID-19 í Danmark seinasta samdøgrið. Tað vísir uppgerð hjá Statens Serum Institut.

Hetta er fyrstu ferð síðan smittan breyt út í Danmark, at eingin er deyður tveir dagar á rað, og er hetta eisini triðju ferð í eitt sindur yvir eina viku, at eingi andlát eru skrásett.

Tilsamans eru 561 andlát skrásett í Danmark í sambandi við COVID-19. Havast skal tó í huga, at øll hesi fólkini ikki neyðturviliga eru deyð av COVID-19. Øll, sum doyggja innan 30 dagar eftir staðfestari smittu, verða roknað uppí, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder