Innanlands

Annar politiski flokkurin leggur fram valskrá

Javnaðarflokkurin hevur bjóðað inn til tíðindafund fyrrapartin

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-09 06:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðflokkurin legði sína valskrá fram í gjár, og í dag er tað Javnaðarflokkurin sum hevur bjóðað miðlum og øðrum áhugaðum til tíðindafund, har tey leggja valskránna fram.

Tað er helst eingin loyna, at Javnaðarflokkurin er tann flokkurin - at síggja til - sum hevur verið mest klárur til val, og hevur í roynd og veru ført valstríð í nakrar mánaðir.

Nú skal so valskráin leggjast fram.

Sambandsflokkurin hevur bjóðað miðlunum til tíðindafund mikudagin í næstu viku.

Løgtingsvalið verður leygardagin 31. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder