Í nýggju heystfrágreiðingini frá Búskaparráðnum vil ráðið vera við, at fíggjarstøðan hjá kommununum er ójøvn, og tí er viðkomandi við kommunalari nýskipan.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, svarar nú aftur uppá uppskotið hjá Búskaparráðnum í lesarabrævið, har hon sigur kortanei til kommunala útjavning.
- Lat tað vera sagt púra greitt, at Tórshavnar kommuna kemur aldrin at ganga við til eina kommunala útjavningarskipan. Hetta er at kvala alt hugflog og initiativ hjá kommununum at klára seg væl og er við til at køva arbeiðshugin hjá fólki og vinnu. Tórshavnar kommuna skal ikki revsast fyri góðu gongdina. Tey, sum hava stríðst fyri góðu gongdini, skulu ikki revsast við at lata yvirkotið til aðrar kommunar og politikarar at stýra, sigur borgarstjórin.
Annika Olsen mælir heldur landinum til at geva kommunum frið.
- Skal landið endiliga gera broytingar, eigur landið heldur at geva kommunum røttu amboðini at stýra íløgunum. Ístaðin fyri at seta eina køvandi og óneyðuga konjunkturútjavnandi íløgulóg í verk, eigur landsstýrið at geva kommununum heimildina at leggja ein part av yvirskotspeningi í ein íløgugrunn, soleiðis at kommunalu íløgurnar kunnu spjaðast yvir tí, og harvið verða konjunkturjavnandi. Tað vildi verið skynsamur politikkur, sigur borgarstjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald